Uppsetan av ventilatiónsskipanum
Vi seta øll sløg av ventilatiónsskipanum upp og finna ta røttu loysnina til m.a. sethús, raðhús og íbúðarbygningar. Vit kunnu eisini seta ventilatiónsskipanir upp í sjúkrahúsum, ítróttarhallum og skúlum.
Harafturat seta vit komfortventilatión upp í handlinum, á skrivstovuni og privata bústaðinum.
Okkara loysnir fevna um:
- Komfortventilatión
- Processventilatión
- Køling
- Stýrisskipanir (CTS)
- Uppsetan og eftirlit
Fejl: Kontaktformular ikke fundet.
Innregulering av ventilatiónsskipanum
Innregulering merkir, at ventilatiónsskipanin verður stillað soleiðis, at líka nógv luft verður blást inn sum sogin út.
Tað verður innregulerað til ta luftnøgdina í m3/t, sum skipanin er gjørd til. Prosjektering af luftnøgdini verður gjørd við at hyggja at, hvussu nógv vátrúm eru, umframt persónstørvi og/ella ventileraðum m2 sambært byggireglugerðini.
Við innregulering riggar ventilatiónsskipanin best. Innreguleringin verður gjørd, tá ið ventilatiónsskipanin skal setast í gongd. Hon tryggjar, at hvørt rúm hevur ta røttu luftnøgdina við so lítið av trýsti, streymnýtslu, óljóði og gjóstri sum gjørligt. Tá ið innreguleringin er gjørd, senda vit eina mátingarfrágreiðing.